Keyp hjá ÍDali
Handilstreytir
Treytir fyri keyp, gjalding, levering, iðranarrætt og reklamation.
SELJARI
ÍDali
Sp/F Delta Elektroniktænastan
Løkjatún 1
FO-160 Argir
V-tal: 484008
brandur@idali.fo
+298 511618
Seinast dagført: august 2026
Keypstreytir og kunning
Prísir
Allir prísir á heimasíðuni eru í donskum krónum og íroknað MVG. Kostnaður fyri sending kann verða lagdur afturat. Endaligur kostnaður fyri vørur og levering sæst, áðrenn tú váttar keypið í kassanum.
Gjalding
Bílagdar vørur kunnu gjaldast við teimum gjaldsháttum, sum verða vístir í kassanum. Gjaldskort verða viðgjørd í tryggu gjaldsskipanini hjá QuickPay og Clearhaus. ÍDali goymir ikki tínar kortupplýsingar.
Upphæddin verður ikki trekt av kortinum, fyrr enn vøran verður send ella er klár at heinta, uttan so at annað greitt er upplýst í sambandi við keypið.
Avheintan og levering
Vørur kunnu heintast ókeypis á Løkjatúni 1 á Argjum eftir avtalu. Vit bjóða ókeypis útkeyring í Tórshavn, Hoyvík og á Argjum eftir galdandi treytum. Aðrastaðni í Føroyum verður vanliga sent við Posta.
Vanlig leveringstíð er 1–3 gerandisdagar frá tí, at vøran verður send. Oyggjar og støð, sum ikki eru landføst, kunnu hava longri leveringstíð. Posta koyrir ikki vanligar vørusendingar út sunnudagar og halgidagar.
Um ein vøra ikki er á goymslu
Um ein partur av bíleggingini ikki er á goymslu, seta vit okkum í samband við teg. Tú kanst tá velja at bíða, fáa tøku vørurnar sendar fyrst, broyta bíleggingina ella strika tann partin, sum ikki kann leverast.
Goymslustøðan kann í einstøkum førum broytast, áðrenn bíleggingin er avgreidd. Vit trekkja ikki gjald fyri eina vøru, sum vit ikki kunnu levera.
Iðranarrættur
Tá tú keypir á idali.fo sum privatpersónur, hevur tú vanliga 14 daga iðranarrætt frá tí degi, tú fært vøruna í hendi. Tú skalt boða okkum frá innan 14 dagar og síðani senda ella lata vøruna aftur innan næstu 14 dagarnar.
Boða frá á brandur@idali.fo ella telefon 511618. Vøran skal latast ella sendast til ÍDali, Løkjatún 1, FO-160 Argir. Tú rindar sjálv/ur beinleiðis kostnaðin fyri aftursending.
Tú kanst kanna vøruna á sama hátt, sum tú hevði kunnað í einum fysiskum handli. Er vøran brúkt meira enn neyðugt fyri at staðfesta slag, eginleikar og virki, kunnu vit draga eina møguliga virðisminking frá upphæddini, sum verður endurgoldin.
Ávísar vørur og tænastur kunnu vera undantiknar iðranarrættinum, til dømis sergjørdar vørur ella tænastur, sum eru fult veittar eftir tínum greiða samtykki. Um eitt undantak er galdandi, verður tú kunnaður/kunnuð áðrenn keypið.
Brek og reklamation
Um tú sært eitt brek við vøruni, skalt tú seta teg í samband við okkum skjótast gjørligt og greiða frá trupulleikanum. Send fegin myndir, um tær kunnu vísa brekið.
Staðfesta vit brekið, loysa vit málið eftir galdandi keypilóg – til dømis við umvæling, umbýti, príslækking ella við at lata keypið ganga aftur. Reklamatiónsfreistin er vanliga tvey ár fyri nýggjar vørur.
Klaga
Um vit ikki finna eina loysn saman, kann ein privatbrúkari venda sær til Brúkaraumboðið í Føroyum. Tú kanst eisini seta teg í samband við okkum fyrst, so vit fáa høvi at kanna málið.
Spurningar um eina bílegging?
Ring +298 511618 ella skriva til brandur@idali.fo.